Innanlands

Jákup Eli Thomsen nýggjur stjóri hjá Varðanum Pelagic

Hann er frammanundan stjóri á Høvdavirkinum og verður frameftir stjóri á báðum framleiðsluvirkjunum hjá Varðanum á landi

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2026-08-11 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jákup Eli Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í P/F Varðanum Pelagic. Jákup Eli er frammanundan stjóri í P/F Faroe Marine Products, vanliga nevnt Høvdavirkið, og fer frameftir at vera stjóri á báðum framleiðsluvirkjunum hjá Varðanum á landi.

Hann tekur yvir eftir Boga Jacobsen, sum heldur fram sum stjóri í móðurfelagnum.

[object Object]Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum (Mynd: Sverri Egholm)

- Jákup Eli hevur drúgvar royndir við leiðslu og rakstri av framleiðsluvirksemi. Við setanini í Varðanum Pelagic verður lagt upp til at gagnnýta hesar royndir tvørtur um bæði framleiðsluvirkini og samstundis styrkja samstarvið og samskipanina teirra millum.

P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri og P/F Faroe Marine Products í Leirvík eru sjálvstøðug feløg við hvør sínum virksemi, men við felags stjóra, og dugnaligum starvsfólkum, verður enn størri møguleiki at gagnnýta vitan, førleikar og felags møguleikar tvørtur um virkini, skrivar Varðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder