Innanlands

Fiskiskapurin eftir svartkjafti skotin í gongd

Árið var júst byrjað tá ið føroysku uppsjóvarskipini fóru suður á svartkjaftafeltið at leita, og íslendsku skipini vóru beint í hølunum á teimum føroysku

Skipini eru nú farin á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, Bæði føroysk og íslendsk skip eru á feltinum í løtuni (Mynd: Fishfacts.fo)

Skipini eru nú farin á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, Bæði føroysk og íslendsk skip eru á feltinum í løtuni (Mynd: Fishfacts.fo)

2024-01-06 09:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var tíðliga í hesari vikuni, at fleiri føroysk uppsjóvarskip fóru suður á svartkjaftafeltið at leita eftir svartkjafti, og tað gekk ikki lang tíð, so var meginparturin av íslendska uppsjóvarflotanum eisini á svartkjaftafeltinum.

Íslendsk skip kunnu fiska alla sína svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi, og føroysk skip kunnu fiska sína svartkjaftakvotu í íslendksum sjógvi.

Sama er galdandi fyri kvoturnar av norðhavssild hjá báðum londunum.

Okkurt av íslendsku uppsjóvarskipunum komu á Havnina og á Fuglafjørð, har skipini tóku útgerð umborð áðrenn tey fóru suður á svartkjaftafeltið.

Tað er Havsbrún í Fuglafirði, sum tekur ímóti størstu mongdini av svartkjafti, sum føroysku skipini fiska.

Tó hevur Fiskimálaráðið av og á givið skipunum undantøk fyri at kunna landa veiðuna uttanlands, tá ið bíðitíðin eftir at sleppa at landa verður ov long.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder