Uppsjóvarskipið Borgarin hevur landað 1150 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Teir hava fiskað sunnanfyri Føroyar, og landa svartkjaftin til Havsbrún, har hann verður framleiddur til ídna.
Tá ið liðugt er at landa, verður helst farið aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi.
Hjá Pelagos landaði Arctic Voyager úr Hvalba.
Teir høvdu 600 tons av svartkjafti, sum teir landaðu til Pelagos, har svartkjafturin verður framleiddur til matna.
Frá svartkjaftafeltinum verður annars sagt, at veðrið seinastu dagarnar hevur ávirkað fiskiskapin nógv, men nú vindurin fer at minka, verður væntnandi betri fiskiskapur aftur.
Danska uppsjóvarskipið Isafold hevur júst landað umleið 1500 tons av makreli, sum teir hava fiskað í ES sjógvi til Pelagos.
Arctic Voyager: (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald