Innanlands

Torradagarnir nærkast

Torradagar verða 19. til 24. februar

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2024-02-09 13:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv ymiskt er komið á skránna til Torradagarnar, sum verða 19. til 24. februar, tó at hon ikki er fullfíggjað enn.

Úr rúgvuni kann nevnast, Tónlistaskúlin hevur næmingakonsert í skúlanum, Í Smæruni eru tríggir ymiskir fyrilestrar við kaffi afturvið, har Jákup Anderasen greiðir frá um “Góð minni og ættarbond í Kalsoynni”. Magni Arge greiðir frá um "Niels Juel á ferð í Norðoyggjum" - um samrøður og reportasjur í Norðoyggjum í meiri enn 30 ár og Malan Østerø greiðir frá úr bókum sínum um uppvøkstur hennara á Trøllanesi.

Í Christianskirkjuni verða fleiri ymisk tiltøk, sum skrúvuguðstænasta, morgunsangur og aftaná er drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

Føstugudstænasta, skótagudstænasta har eisini Strúkarabólkurin, Arcodrós spælir. Aftaná er drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

Christianskirkjan bjáðar eisini til vøggusang og fríggjadagin verður sálmakvøld, har Klaksvíkar Hornorkestur luttekur, og drekkamunnur verður í kirkjukjallaranum.

Á Bókasavninum verður Bindiskeið við Sáru Mrdalo. Á Café Gloria spíla tey seg út við stóru fiskabufféini, sjavskvøldi, sangløtu, andakt og hugnakvøldi.

Olaf Olsen á Varpinum
Í Varpinum fara Jón Brian Hvidtfeldt og Olaf Olsen, stjóra á Beta at hava samrøðu um søguna handan Beta, Vónina, Kubabátarnar og aðrar við.

Torratingið er ætlað at verða í Varpið, men hava vit enn ikki endaligt fingið svar frá Kringvarpinum. Har skulu floks-formenn á tingi taka til viðgerðar russlandssátmálan og skerjingar í fiskiveiðurættindum. Hesum skipar Jón Brian Hvidtfeldt fyri sum vertur og verður Torratingið eftir ætlan sent beinleiðis í sjónvarpinum.

Norðoya Bátafelag, sum heldur til í gamla roykivirkinum á Faktorsveg 6 skipar m.a. fyri sjavs-hugnakvøldi í felagshølunum. Leygarmorgunin bjóðar Norðoya Bátafelag til morgunmatur og reyp. Tá fer Marjun Lómaklett, prestur at hugleiða um Skarðsbátin – um at missa á sjónum, saknurin.

Til Torrakaféina í Betesda fara brøðurnir Jóhan Páll og Rógv Joensen at greiða frá um sjólív teirra. Jóhan Páll hevur í nógv ár verið skipari á m.a. Vesturvón og kennir Barentshavið og onnur við. Rógvi hevur verið við nógvum ymiskum skipum sum bæði skipari og stýrimaður – m.a. við russiskum, sponskum, portigisiskum og fronskum skipum við rættiliga fremmandari mentan og máli. Vitin syngur og aftaná verður boðið til te, kaffi og stóra kakuborðið, meðan Kafé-bólkurin syngur og spælir.

Hvussu verður veðrið
Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya greiðir frá, ”Hvussu verður veðrið” – um hvussu teir skrúva veðurforsagnirnar saman og hvussu kunnu teir gera meira lokal verðurtíðndi til smábátar o.o.

Eisini verður tikið afturí forsøgnirnar hjá kenda danska veðurmanninum, Jesper Theilgaard, sum var á vitjan á Torradøgunum 2017, tá ið hann spáddi, at vit fóru at fáa meira vind og meira avfall.

Í fjør kallaðist tiltakið á Norðoya Fornminnasavni “Hin Heimurin”, og var tá talan um huldufólk o.t. sum hópin av fólki møtt upp til. Í ár verður enn eitt spennandi tiltak frá ”Hinum Heiminum”, nemliga um UFO’ir.

Í Gamla Seglhúsinum er framsýning við kenda málaranum, teknaranum og myndhøggaranum, Hans Paula Olsen. Hesaferð sýnir hann fram tekningar og skitsur, sum listamaðurin hevur greitt úr hondum seinastu árini. Framsýningin hongur uppi fram til 23. mars.

Bacalao á Varpinum er heiti á tiltaki sum verður í Varpinum - Søgur og reyp av Flemish Kap eru á skránni. Eftir ætlan verður skipað fyri einum Flemmish Kap Kvøldi, har borðreitt verður við m.a. saltfiskadøgurða og øðrum spennandi mati, har onkrar søgur um tíðina á Flemmish Kap eisini verða sagdar – Gutti Winther stendur við grýturnar. Neyðugt er at tekna seg til hetta tiltakið.

Torrarenning og Heilsukafé
Treysti skipar fyri Torrarenning á rennubreytini á Másheygi, har øll kunnu vera við – yngri sum eldri.

Tað verður gingið ella runnið í ein ½ tíma á vøllinum við sakkønum hjálparfólki, og síðani verður farið inn í Tekniska skúla at fáa okkurt svalandi, har tú kanst fáa mált blóðtrýst og annað.

Í sambandi við renningina skipar Tekniski skúli fyri heilsukafé á Torradøgunum, har til ber at máta blóðtrýstið, blóðsukur, lungaorku (Pike-Flow) o.a.

Eisini bjóðar Tekniski skúli fleiri áhugaverdar svalandi drykkir og onkrar brellbitar

Kafé Fríða, Amarant, Angus og hinar matstovurnar hava ymiskt spennandi á borðseðlinum í Torravikuni. Kafé Fríða skipar m.a. fyri Sjómanna-Quiss sum Sámal Petur í Grund skipar fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder