
- Tað var eitt sindur sjálvsamt, tí undirvísingin í skúlanum var á vesturgrønlandskum, men í steðgunum millum tímarnar og aftaná skúlatíðina tosaðu vit eysturgrønlandskt, sigur Kristian.
Fyrr í mánaðinum landaði grønlandska trolarin Polar Amaroq í Fuglafirði. Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, hitti hann eisini 20 ára gamla Kristian Viberg.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Fyrstu 7 árini búði hann og familjan á Toftum, men síðstu 13 árini hava tey búð í Grønandi. Tey fluttu til Tasiilaq í Eysturgrønlandi og hava trivist væl. Síðstu 4 árini hevur Kristian gingið á ítróttarbreytini á Miðnámi í Nuuk.
Uppá fyrispurning, um hann ætlaði at gerast sjómaður, svaraði Kristian:
- Tað veit eg ikki rættiliga enn, tí hetta er mín fyrsti túrur. Eg eri beint nú liðugur við Miðnám, og ynskti at royna sjólívið. Um mær dámar at sigla, umhugsið eg at fara á maskinmeistaraskúla.
- Dugir tú grønlandskt, nú tit hava búð 13 ár har?
- Ja, eg dugi bæði eystur- og vesturgrønlandskt. Tað eru fólk, sum ikki vita, at tað er munur á málunum, men tað er áleið sami munur, sum á donskum og svenskum. Øll í Eysturgrønlandi skilja vesturgrønlandskt, tí skúlabøkur, kringvarpið og sjónvarpið nýta vesturgrønlandsk, men tey í vesturgrønlandi skilja ikki eysturgrønlandskt, sigur hann
- Tað var eitt sindur sjálvsamt, tí undirvísingin í skúlanum var á vesturgrønlandskum, men í steðgunum millum tímarnar og aftaná skúlatíðina tosaðu vit eysturgrønlandskt, sigur Kristian.
Kristian hevur trivist sera væl í Grønlandi. Hann kennir seg meira sum grønlending enn føroying, nú hann nærum hevur búð dupult so leigi í Grønlandi sum í Føroyum.
Hann hevur verið eysturgrønlandsmeistari í hundasleðukapping og verið úttikin sum málmaður á grønlandska futsallandsliðinum.
Kristiani og teimum umborð á Polar Amaroq verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald