2026-03-04 15:45
Uppsjóvarskipið Høgaberg er farið til Skagen, har skipið skal til árligt eftirlit hjá Karstensens.
- Hetta er nakað, sum øll nýggj skip gera hjá skipasmiðjunum, og tað er eitt garantikrav frá skipasmiðjunum fyri at alt skal dekka um okkurt er galið, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Høgaberg verður eftir ætlan liggjandi í nakrar dagar, og ymiskt viðlíkahald skal eisini gerast í sambandi við at skipið nú er í Skagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald