- Hóast Fagraberg er frá 1999, so hevur hann fiskað minst líka væl, sum tey nýggju skipini. Tí kunnu vit siga, at hann hevur riggað væl og fiskað væl.
Nú Fagraberg er lýstur til sølu og er lagdur við bryggju í Søldarfirði, tí nýtt skip er keypt fyri hann, hevur sjómanstrúboðarin hitt tríggjar av maskinmonnunum, sum samanlagt hava siglt við Fargabergi í nærum 70 ár.
Hóast skipið er lagt og lýst til sølu, er ymiskt viðlíkahald at gera hjá maskinmonnunum.
Tað eru blandaðar kenslur hjá manningini, nú teir siga einum sera góðum arbeiðsplássi farvæl, og flyta yvir á eitt nýtt.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Siglt við øll árini
- Eg sigldi við gomlu Krúnborg, og var við til at sigla hana yvir til Norra. Hon gekk inn í keypið av nýggju Krúnborg, sum seinni bleiv til Fagraberg. Eg havi sostatt siglt við hesum skipinum, síðani tað kom á heystið í 1999. Tað sigur Hans Pauli Olsen.
- Hetta hevur verið eitt frálíkt arbeiðspláss. Skipið hevur verið gott, góð manning og so hava reiðaríini eisini verið góð. Tað er óivað eisini tí eg havi verið so leingið og trivist væl, sigur hann.
- Krúnborg var slóðbrótandi tá hon kom í 1999. Hon lastaði góð 2500 tons, hevði stóran motor og nýggjastu útgerð. Í 2004 var hon longd í Pólandi og lastaði tá góð 3200 tons, sigur Hans Pauli.
Eitt gott og væl brúkt skip
- Fagraberg er í rímiliga góðum standi, til at verða eitt væl brúkt skip. Fleiri dagføringar eru gjørdar gjøgnum árini, og serliga síðani Framherji keypti hann. Tað sigur maskinstjórin Tórarinn Didriksen, sum hevur siglt við síðani 2002.
- Hóast Fagraberg er frá 1999, so hevur hann fiskað minst líka væl, sum tey nýggju skipini. Tí kunnu vit siga, at hann hevur riggað væl og fiskað væl. Tað sigur Niels Pauli Toftegaard, sum hevur siglt við síðani 2006.
Hóast skipið verður 27 ár í heyst, so hevur tað nógva nýggja útgerð. Teir tríggir siga, at ynskiligt hevði verið, at skipið var meiri yvirdekkað frammi á dekkinum, tí tað er mangan frískligt at fiska svartkjaft á vetri vestan fyri Írland.
Allir siga sum við ein munn, at Fagraberg hevur havt góða manning, sum hevur kent seg sum ein góð familja, har samanhaldi og hjálpsemi hevur verið frálíkt. Tað er við sorgblídni teir siga Fagrabergi farvæl, samstundis sum teir gleða seg til nýggja Fagraberg.
Tøkk og bøn
Eftir prátið við maskinmenninar, sum var merkt av takksemi, læs trúboðarin frá sálmi 103 har Dávid skrivar:
- Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans!
Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans-
Nógv var at takka fyri øll hesi mongu ár. Fá skip – um nakað, hava fiskað eins nógv sum Fagraberg. Eisini varð biðið fyri nýggja skipinum, flotanum, sjófólkinum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald