
Tróndur í Gøtu hevur seinastu vikunar ligið á Skála, har skipið er málað, og annað viðlíkahaldsarbeiðið gjørt við skipið.
Í gjárkvøldið fór Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð, har skipið skal taka ymsa útgerð umborð áðrenn skipið fer á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.
Tróndur í Gøtu fer til fiskiskap so skjótt útgerð og annað er komið umborð.
Gøtunes, sum eisini hoyrir til Varðan, fór í dokkina á Skála í gjárkvøldið.
-
Tróndur í Gøtu er málaður nýggja bláa Varðalitin. Skipið hevur nú sama lit, sum Gøtunes. Seinni verður hann málaður nýggja ljósa Varðalitin upp á mastratopp. (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Soleiðis sá Tróndur í Gøtu út áðrenn skipið bleiv málað myrkablátt (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald