2021-02-17 20:38
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er ávegis á Tvøroyri við 800 tonsum, sum eru fiskað íslendskum sjógvi.
Teir hava fiskað við nót og landa veiðuna til Varðan Pelagic í annaðkvøld. Upplýst verður at gott veður hevur verið á feltinum.
Seinastu tíðina hava norsk skip fingið methøgan prís upp á lodnu frá virkjum í Føroyum, men enn er ikki greitt júst hvat Tróndur í Gøtu.
Avgerandi fyri prísin er rognprosentið í lodnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald