2018-11-08 12:18
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjár við 1900 tonsum av góðari sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.
Tróndur í Gøtu hevur roynt í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at støddin liggur um 400 gramm í miðal.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald