2023-12-05 09:26
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjárkvøldið, har skipið skal landa sild.
Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan - 1.600 tons - verður landað til Varðan Pelagic, og Tróndur í Gøtu fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Seinastu tíðina hava føroysku skipini fiskað sild í føroyskum sjógvi, men nú eru nøkur farin aftur í íslendskan sjógv at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald