2021-01-26 22:15
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í dag á Tvøroyri, har teir skulu landa.
Teir hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og hava umleið 600 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landa til Varðan Pelagic.
Hjá Varðanum Pelagic, verður svartkjafturin landaður til matna.
Um Tróndur fer aftur á svartkjaftaveiðu ella um teir fara á sildaveiðu, tá ið teir hava landað, vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald