Innanlands

Tummas T skal landa sild á Tvøroyri

Tummas T skal landa umleið 1.200 tons av sild á Tvøroyri

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-19 21:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tummas T skal landa umleið 1.200 tons av sild til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Tummas T hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið Tummas T kom til Føroyar, landaði Gøtunes til Varðan Pelagic, og tí kom Tummas T á Havnina at bíða eftir landingartørnið.

Gøtunes verður liðugur at landa seint í kvøld, og síðani sleppur Tummas T framat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder