Innanlands

Tuugaalik roynst væl

Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð og fingið eitt prát við skiparan, Regin Henriksen um skipið

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2023-09-15 07:40 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í juni fór nýggi verksmiðjutrolarin, Tuugaliik, hjá grønlendska reiðarínum, Qaleralik A/S í Nuuk, í vinnu. Trolarin hevur gjørt tveir túrar og landaði 1000 tons av svartkalva í vikuni í Nuuk. Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð og fingið eitt prát við skiparan, Regin Henriksen um skipið. Regin og Pauli Justinussen skiftast sum skiparar.

- Trolarin er bygdur í Bilbao í Spania; er 82,3 metrar langur og 18 metrar breiður. Motorurin er ein 10.000 hk. MAN. Hann er bygdur at kunna royna við trimum trolum, hóast vit enn bara hava roynt við tveimum, sigur ReginHenriksen.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Hetta er triði grønlendski trolarin, sum er bygdur eftir somu tekning, og sum eru 18 metrar breiðir og bygdir í Spaniu. Hinir eru Avatak og Nataarnaq. Tann fjórði eftir somu tekning, verður Akamalik, sum er í gerð og verður eftir ætlan liðugur í 2024, sigur hann.

- Vit kunnu fiska og hagreiða svartkalva, tosk og rækjur. Rækjuverksmiðjan stendur í stýriborð, og so standa svartkalva- og toskaverksmiðjurnar miðskips og í bagborð. Onkrir pavnar og frystiútgerð verða nýttir til fleiri fiskasløg, sigur ReginHenriksen.

- Tuugaalik er væl útgjørdur, og lastin er í tveimum hæddum og tekur umleið 1300 tons av frystum og pakkaðum fiski á plattum. Trolarin hevur riggað sera væl, hóast onkrar smávegis broytingar og “stillingar” eru gjørdar, síðan hann fór í vinnu. Vit eru vanliga 22-23 mans við, sigur Regin Henriksen.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir reiðarínum til lukku og Guds signing við Tuugaalik!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder