Tað var í september at felagaði aftanfyri Eysturbúgvan, Vørustíggjur, hevði tikið avgerð um at gevast við sínum virksemið, og tvey onnur reiðaríiðir skuldu keypa ognirnar í felganum.
Felagið Ango, sum rekur uppsjóvarskipið við sama navnið, keypir makrel og sildakvoturnar hjá Vørustíggja, sum eru ávikavist 812 tons av makreli og 339 tons av sild.
Felagið Gullenni, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum yvirtekur gulllaksakvotuna, sum uppsjóvarskipið Tummas T skal fiska, meðan bornfiska loyvini og fiskidagarnir hjá Vørustíggja verða fluttir yvir á Heyk og Stelk, sum felagið Skipafelag 1 eigur, sum eisini er eitt dótturfelag hjá Varðanum.
Umframt gulllaksakvoturnar og botnfiskaloyvini hjá Eysturbúgvanum, so keypti Varðin eisini skipið hjá Vørustíggja, Eysturbúgvan, sum nú hevur fingið heimstað í Gøtu.
Hóast Eysturbúgvin skiftir heimstað, so skiftir skipið ikki navn, av tí at skipið skal seljast.
Eysturbúgin er bygdur í 2001, og kom til Føroya í mars 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald