- Hetta er besta árið hjá okkum í pengum men ikki í nøgd. Vit hava fiskað umleið 580 tons. Í 2019 fiskaðu vit 900 tons, og kortini er hetta árið væl betri í pengum enn 2019, sigur Jón Rubeksen.
Í morgun kom línubáturin Volunteer á Toftir at landa. Lastin var full og nakað av fiski var á dekkinum.
Sjómanstrúboðarin fekk orðið á skiparan, Jón Rubeksen. Hann segði millum annað:
- Hetta er ein góður túrur, hóast vit máttu kroka fyri veður á túrinum. Vit hava sett hálva fjórðu setu og hava umleið 50.000 pund, ella 25 tons. 13.000 pund er toskur og restin er hýsa.
- Vit hava roynt norðanfyri, og tað er stór og feit hýsa og toskurin er eisini feitur. Vit fáa ikki líka nógvan tosk, sum teir bátar ið hava goggu til agn, sigur hann.
- Hvussu hevur árið roynst?
- Hetta er besta árið hjá okkum í pengum men ikki í nøgd. Vit hava fiskað umleið 580 tons. Í 2019 fiskaðu vit 900 tons, og kortini er hetta árið væl betri í pengum enn 2019, sigur Jón.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Eg og mong við mær takka Gudi fyri at hann sendi okkum Jesus, tí annars vóru vit illa stødd. Hann kom í Guds tíma! Og so skoytti Jón skemtandi uppí: -Jesus kundi havt valt sær ein annan mánað at komi í, og ikki í bestu fiskitíð!
- Vit takka Gudi og menniskjum fyri eitt gott ár og halda jólaferiu í friði. Vit takka eisini sjómanskvinnuringunum fyri jólapakkarnar, sigur Jón.
Sjey mans sigla við Volunteer og hetta var síðsti túrur í ár.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald