Innanlands

Tvey skip havt motorbrek

Safir og Eysturbúgvin sleipaðir til lands í gjár

(Mynd: Rescue LÍV)

(Mynd: Rescue LÍV)

2023-07-11 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar eru tveir trolarar sleipaðar til lands við motorbreki.

Mánanáttina fekk MRCC fráboðan um at partrolarin Safir hevði fingið maskinbrek eystanfyri Føroyar.

Danska verjuskipið Hvidbjørnen sleipaði bátin á Leirvíksfjørð. Tjørnunes og Arun sleipaðu bátin víðari á Klaksvík.

Og nakrar tímar seinni fekk Eysturbúgvin maskinbrek vestanfyri. Trolarin varð staddur 40 sjómíl vestanfyri Mykines. Ziska sleipaði trolaran inn í Skopunarfjørð, har Rescue Lív tók yvir og sleipaði trolaran á Havnina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder