Innanlands

Umleið 3000 fólk við stórum ferðamannaskipi á Havnini

Fleiri stór ferðamannaskip hava vitjað Havnina seinastu dagarnar

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2018-07-18 21:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í morgun kom stóra ferðamannaskipið Zuiderdam á Havnina.

Við skipinum vóru umleið 2000 ferðafólk, og skipið er dagligt arbeiðspláss hjá 850 fólkum.

Tað er kenda felagið Holland America Line, sum eigur Zuiderdam, sum er eitt av 14 skipum hjá reiðarínum.

Zuiderdam er umleið 286 metrar langt og góðar 33 metrar breitt. Tað er bygt í 2002.

Klokkan 18 í kvøld fór Zuiderdam av Havnini og setti kós suðureftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder