Innanlands

Umleið 600 tons av makreli landast á Tvøroyri

Talan er um tvey uppsjóvarskip, sum skulu landa til Varðan Pelagic

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-10-02 09:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Tummas T komu á Tvøroyri í gjár, har tey skulu landa.

Upplýst verður, at Tróndur í Gøtu hevur 330 tons, og at Tummas T hevur eitt sindur minni - umleið 220 tons av makreli, sum skal landast til Varðin Pelagic.

Bæði skipini hava fiskað í norskum sjógvi, og talan er um góðan makrel, sum skipini hava fingið.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir makreli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder