Seinasti túrurin hjá Magnusi Heinasyni í ár var ein undankanning av brislingi. Í høvuðsheitum var brislingur fingin á Tangafirði og á Skálafjørðinum. Havstovan hevur ikki fyrr arbeitt við brislingi, og tí var hesin túrurin ætlaður til at fáa eina meting um, um tað bar til at kanna brisling við ekkóloddi og um rannsóknarskipið kann brúkast til at fáa umboðandi sýni av brislingi.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðu sína.
Fyribils kann sigast, at í ávísan mun ber til at trola eftir brislingi við rannsóknarskipi inni á firðunum, tó at nøkur øki eru, har ov trongligt er, umframt at tað er torført orsakað av øðrum virksemi í økinum.
Sum heild var sera smáur brislingur fingin umframt einstakar smáar sildir og hvítingar.
Meira kann lesast í túrfrágreiningini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald