2019-04-05 14:05
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tikið avgerð um at flyta uppboðssølurnar av veiðirættindum, ið sambært lýsing skuldu vera týsdagin 9. apríl, hósdagin 11. apríl og fríggjadagin 12. apríl 2019, eftir áheitan frá manningarfeløgunum, nú sáttmálasamráðingar eru. Hesum boðar Fiskimálaráðið frá á heimasíðuni.
- Opna uppboðssølan av makreli, ið er lýst at verða týsdagin 9. apríl 2019, verður flutt til mikudagin 24. apríl 2019 kl. 13.00.
- Afturlatna uppboðssølan av botnfiski í Barentshavinum/við Svalbard, ið er lýst at verða hósdagin 11. apríl 2019, verður flutt til fríggjadagin 26. apríl 2019 kl. 13.00.
- Afturlatna uppboðssølan av makreli, ið er lýst at verða fríggjadagin 12. apríl 2019, verður flutt til mánadagin 29. apríl 2019 kl. 13.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald