2020-01-05 11:57
Uppsjóvarskipini Tummas T, Gitte Henning 1 og Finnur Fríði skulu øll landa á Tvøroyri.
Skipini, sum øll hava fiskað makrel í ES sjógvi, hava havt góðan fiskiskap, og veiðan verður landa til Varðan Pelagic.
Tummas T hevur 1200 tons, Gitte Henning 1 hevur 1300 tons, og Finnur Fríði hevur 1600 tons av makreli.
Upplýst verður at talan er um góða stødd, umleið 430 gramm í miðal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald