Innanlands

Úr at gera hjá Varðanum Pelagic

Gøtunes og Tummas T skulu landa sild á Tvøroyri

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-12 11:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Gøtunes og Tummas til eru komin inn av sildafeltinum, og skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Gøtunes hevur ta størru nøgdina, og skal landa 1.800 tons av sild meðan Tummas T skal landa 1.200 tons av sild.

Bæði skipini hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder