Innanlands

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 milliardir

Størsta minkingin sæst í útflutninginum av laksi, toski og makreli

Útflutningurin av toski minkaði næstan 350 mió. krónur í tíðarskeiðnum mars 2020 – februar 2021 (Savnsmynd)

Útflutningurin av toski minkaði næstan 350 mió. krónur í tíðarskeiðnum mars 2020 – februar 2021 (Savnsmynd)

2021-04-19 17:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum mars 2020 – februar 2021 minkaði útflutningurin av fiskavørum 1,4 mia. krónur samanborið við árið fyri, vísa hagtøl hjá Hagstovuni.

Í hesum tíðarskeiðnum útfluttu við laks fyri 663 mió. krónur minni. Talan er um eina minking á 17 prosent, tó minkaði nøgdin bert góð fýra prosent.

Útflutningurin av toski minkaði næstan 350 mió. krónur, sum svarar til eina minking á 31 prosent. Nøgdin minkaði eisini 31 prosent.

Tá hugt verður at útflutninginum av makreli, er minkingin 239 mió. krónur ella 24 prosent. Í nøgd er minkingin tó bert 13 prosent.

Sí meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder