Fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 8,9 milliardir krónur - 556 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.
Samlað er útflutt fyri 9,5 milliardir krónur - 403 millión krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022, skrivar Hagstovan.
Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.
Virðið av laksaútflutninginum er minkað 192 milliónir krónur, ella fimm prosent. Nøgdin - er minkað 6.669 tons, ella 13 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 256 milliónir krónur, ella ávikavist 22 prosent, átta prosent og 17 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald