Innanlands

Útflutningurin av fiskavørum vaksin sjey prosent

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava Føroyingar útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur

(Ssavnsmynd: Hagstovan)

(Ssavnsmynd: Hagstovan)

2023-10-18 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava Føroyingar útflutt fyri 8,4 milliardir krónur, ið er 401 millión krónur - ella fimm prosent - meira enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av fiskavørum í hesum tíðarskeiðnum var 7,8 milliardir krónur. Tað er 491 milliónir kronur meira enn sama tíðarskeið í 2022 - ein vøkstur á sjey prosent.

Í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur" vaks útflutningurin tilsamans 1,041 milliard krónur. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Hetta svarar til umleið 75 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 262 milliónir krónur, ið svarar til átta prosent. Nøgdin er minkað 7.818 tons – 17 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.

Fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er útflutningsvirðið minkað 189 milliónir krónur – ávikavist 19 prosent, fýra prosent og 14 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder