Innanlands

Útfluttu fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur

Í tíðarskeiðnum juni 2022 til mai 2023 útfluttu føroyingar fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur – ein vøkstur á 14 prosent samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2023-07-14 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2022 til mai 2023 útfluttu føroyingar fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur – ein vøkstur á 1,5 milliardir ella 14 prosent samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan.

Útflutningur av laksi vaks við 452 milliónum krónum ella níggju prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 8.000 tons ella 11 prosent.

Størsti vøksturin er  fyri vørubólkin 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 949 milliónir krónur, ella 64 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 76 prosent.

Prísurin á upsa og toski heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar.

Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 180 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til 29 prosent vøkstur, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder