Innanlands

Útróðrarbáturin helst sokkin

Báturin, sum fór at leka og sum rak fyri vág og vind mikudagin, hevur ikki verið at sæð aftur og er helst sokkin, sigur MRCC

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2023-11-10 08:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útróðrarbáturin sum fór at leka vestur úr Sandoynni mikudagin, er ikki sæddur aftur, og er helst sokkin. Tað sigur vakthavandi á MRCC við útvarpið í morgun.

Tað var nakað eftir middagsleitið at báðir menninir umborð boðaðu frá, at báturin var farin at leka, og at teir vóru farnir í bjargingardraktirnar. Løtu seinni vóru teir fingnir upp í bjargingartyrluna og á Landssjúkrahúsið.

[object Object](Mynd: Jn.fo)

Bátar komu á staðið, men líkindini vóru vánalig hendan dagin, og tað bar ikki til at fáa pumpu umborð á bátin. Avgerð varð tikin um at rýma frá koppaða bátinum, og hann hevur altso ikki verið at sæð síðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder