Línuskipið Váðsteinur, sum er bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, er lýst til sølu við fiski- og veiðirættindum.
Tað er advokatfyritøkan LEKS Advokatar, sum stendur fyri søluni, og í lýsingini verður skrivað at skipið hevur eisini garnaloyvið. Tað er Janus Rein, sakførari, sum stendur fyri søluni.
- Skipið hevur veiðiloyvi í bólki 3 línuskip umframt veiðiloyvi sum garnaskip. Fiskirættindi: Fiskidagar á innaru leið við línu: 1 dagur. Fiskidagar á Føroyabanka við línu: skipið hevur í 2023 rætt til 3,18 fiskidagar á Føroyabanka sambært kunngerð um FB fyri 2023, stendur í lýsingini.
Víðari verður skriva, at viðvíkjandi Føroyabanka er talan enn um royndarskipan hjá Fiskimálaráðnum, og tí er talan ikki um fiskidagar, sum kunnu avhendast endaliga. Gørn: 1400 gørn eftir svartkalva í føroyskum sjóvøki. Skipið hevur verið í klassa hjá DNV (føroyadeild), men seinasta klassingin í 2022 bleiv ikki liðugtgjørd. Mett verður, at tað kostar um 1,5 mió krónur at liðugtgera klassingina. Talan er fyrst og fremst um eitt sindur av stáli, sum skal skiftast.
Váðasteinur varð upprunaliga bygdur til Tórshavn, men varð í 2014 selt til Toftir, har skipið hevur havt heimstað til nú.
Tað er tó ein tíð síðan at skipið varð lagt, av tí at rakstur ikki longur fekst í skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald