Innanlands

Væleydnað fiskikapping

Leygardagin var árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, og 11 bátar luttóku í ár

2022-09-19 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl- og skúlaskipið Dragin skipar fyri, varð hildin í góðveðriðnum leygardagin.

11 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist 2825 pund.

Úrslitið av kappingini gjørdust:

Nr. 1: Báturin 'Malla' - 499,6 pund.

Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard.

Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 2: Báturin 'Eydnufarið' - 424,4 pund.

Manning: Jakup Eydnugarð og Jógvan Johannesen.

Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 3: Báturin 'Hvannrók' - 270 pund.

Manning: Finn Baldvinsson og Jógvan Fróðin Baldvinsson.

Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol)

Størsta fiskin fekk Jakup Eydnugarð við Eydnufariunum. Hetta var ein toskur, sum var 112 cm og vigaði 12,72 kg.

Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin 'Benjamin' við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder