Í gjár skipaði Vørn fyri venjing saman við bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.
Í venjingini hesuferð luttóku næmingar frá Vinnuháskúlanum, manningin á Brimli og tyrlumanningin.
Venjingin var skipað soleiðis, at næmingarnir komu umborð á Brimil fyrrapart, har teir fingu kunning um og upplæring í sjúkraviðgerð umborð á skipi. Eisini vandu næmingarnir at neyðflyta skaddar persónar.
Seinnapart var venjing við tyrluni. Bjargarar komu av tyrluni umborð á Brimil. Teir greiddu frá hvussu ein skal fyrihalda seg tá, fólk vera flutt av skipið við tyrlu.
Eftir hetta vóru næmingar, lærari og onnur luttakandi tikin umborð á tyrluna og flutt til lands.
Venjingin gekk væl og allir partar fingu nógv burturúr, sigur Vørn á heimasíðuni.
- Tað er av stórum týdningi at slíkar venjingar vera hildnar regluliga og at allir partar av tilbúgvingini samstarva væl, sigur Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald