Innanlands

Varðin Pelagic sleppur at byggja út

Býráðið á Tvøroyri hevur í dag samtykt byggiloyvi til protein og lýsiverksmiðju hjá Varðanum Pelagic

(Mynd: Varðin Pelagic)

(Mynd: Varðin Pelagic)

2023-12-30 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvøroyrar býráð hevur í dag samtykt einmælt at geva byggiloyvi til Varðan Pelagic.

Tað er eitt ár síðan, at Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi at víðkja um virksemið teirra á Tvøroyri við protein og lýsiverksmiðju á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning.

- Byggiloyvið verður givið í trá við galdandi byggisamtykt fyri vinnu og havnarøki § 29: Øki D, har m.a er ásett at 4) Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.

[object Object](Mynd: Varðin Pelagic)

Byggiloyvið er treytað av ávegis umhvørvisgóðkenning, sum Varðin Pelagic arbeiðir við at fáa góðkenda av Umhvørvisstovuni.

Tað merkir, at Varðin Pelagic fær loyvi frá Tvøroyrar kommunu at fylla út sjóøki eystan fyri verandi virkisbygningin, har byggjast skal nýggj protein & lýsuverksmiðja, orkuverk, goymslubygningur og kaikantur við meira.

Sí eisini: Soleiðis fer nýggja virkið á Tvøroyri at síggja út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder