
Varðin Pelagic fer at byggja út á Tvøroyri. Umsókn um byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju, er latin Tvøroyrar kommunu.
Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja. Í framleiðsluni í dag fer ein partur til protein og lýsi. Í staðin fyri at flyta hendan part yvir Suðuroyarfjørð, hevur Varðin Pelagic í longri tíð arbeitt við einari verkætlan, har ætlanin er at framleiða restrávøruna á Tvøroyri, skrivar Varðin Pelagic á heimasíðuni.
Hetta fer at skapa fleiri størv, støðugt arbeiði og eisini fer tað at hava við sær, at farmaflutningurin á Suðuroyðarleiðini minkar munandi. Endamálið er at kunna gagnnýta ta góðu restrávøruna frá høvuðsframleiðsluni, samstundis sum virkið ynskir at betur kunna gagnnýta svartkjaftin.
Serliga svartkjaftur verður fiskaður í stórum mongdum, og leingi hevur verið ætlað at framleiða surimi úr svartkjafti. Tann ætlanin fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá virkið brendi í 2017. Tá virkið bleiv bygt uppaftur, var ætlanin altíð at víðka virksemið í framtíðini, og tí bleiv pláss gjørt fyri víðarimenning – bæði við surimi, proteini og lýsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald