2024-08-20 07:29
Seks kavarar hava hesa vikuna fingið venjing í trýstkamari frá kavaraskúlanum Faroedive í Klaksvík.
Eitt trýstkamar verður millum annað brúkt at hjálpa kavarum í neyðstøðum. Í sambandi við venjingarnar fáa kavararnir innlit í hvussu eitt trýstkamar kann brúkast.
Kavararnir eru Gunnar Sjúrðaberg Petersen, Eli Hansen, Ernst Johannesen, Dánial W. Johannesen, Signar Jóhan Olsen og Rói Magnusson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald