Sildafiskiskapurin er í hæddini, og virkini hava úr at gera við at virka sildina, sum skipini koma inn at landa.
Nógv tann størsta nøgdin, sum skipini koma inn við, verður landað til Pelagos í Fuglafirði og Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Faroe Pelagic í Kollafirði liggur stilt í løtuni, men á Vestmanna Seafood hava tey eisini eitt sindur at gera.
Vestmenningur er komin inn við umleið 1.300 tonsum av sild, har ein partur verður landaður til Vestmanna Seafood, og síðani verður farið á Fuglafjørð, har restin skal landast til Pelagos.
Vestmenningur hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Uppsjóvarskipið Arctic Voyager er eisini komið inn at landa. Arctic Voyager hevur 1.100 tons av sild, har ein partur verður landaður í Hvalba, og síðani verður farið á Fuglafjørð, har restin skal landast til Pelagos.
Tá ið Arctic Voyager hevur landað, verður farið aftur á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald