Innanlands

Vestmenningur skal landa svartkjaft til Havsbrún

Vestmenningur hevur 1.500 tons av svartkjafti

Vestmenningur (Savnsmynd: Føroyska SJómansmissiónin)

Vestmenningur (Savnsmynd: Føroyska SJómansmissiónin)

2024-01-11 06:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Vestmenningur skal landa 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Uppsjóvarskipið hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Tá ið Vestmenningur hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

Nógv skip hava seinastu dagarnar landað svartkjaft til Havsbrún. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder