Innanlands

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landað gulllaks á Toftum

Gulllaksurin verður koyrdur av Toftum til Leirvíkar, har hann verður virkaður

Eysturbúgvin - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Eysturbúgvin - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-05-08 21:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landaðu í dag gulllaks á Toftum.

Upplýst verður, at teir høvdu umleið 220 tons av gulllaksi, sum teir hava fiskað í ein útsyning úr Føroyum.

Parið hevur gjørt nakrar túrar eftir gulllaksi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Gullllaksa kvotan verður býtt millum trý føroysk pør, sum eru Eysturbúgvin og Vesturbógvin, Skoraberg og Fuglberg, og Polarhav og Stjørnina.

Tey síðstu pørini plaga at landa veiðuna í Klaksvík tá ið veiðan er seld til Tavuna, annars hava teir landað í Kollafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder