Innanlands

Vesturleiki við at verða seldur av landinum

Frystitrolarin Vesturleiki er sum skilst við at vera seldur av landinum

(Mynd: Skipalistin)

(Mynd: Skipalistin)

2022-01-28 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trolarin, sum hevur verið skrásettur í føroyska flotanum síðan juli mánaða í 2006, er um at vera seldur til eitt russiskt felag.

Vit hava roynt at fingið fatur á Tummas Henriksen, reiðara, fyri at vátta tíðindini, men tað hevur ikki eydnast okkum.

Vesturleikið varð keyptur til Havnar í 2006, tá ið skipið kom úr Grønlandi. Skipið fekk navnið Beinir, men longu árið eftir keypti Tummas Henrik skipið, og skipið fekk navnið Vesturleiki.

Talan er um russiska felagið Murmank Seafood, sum skal keypa Vesturleika fyri 25 milliónir danskar krónur siga keldur, sum Fiskur.fo hevur tosað við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder