Innanlands

Video: Skoyttu ikki um svartkjaftin

Á Hoyvík høvdu teir í gjár vitjan av bóghvítuhvalum. Sí video

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-16 16:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki óvanligt at síggja hval á feltinum, men í gjár var ein bólkur av bóghvítuhvalum at síggja frá uppsjóvarskipinum Hoyvík, sum í løtuni roynir í íslendskum sjógvi.

Marni E. Joensen hevur gjørt upptøkurnar omanfyri. Har sæst at teir blaka onkran smávegis fisk út til hvalirnar, men teir eta ikki hvat sum helst. Sildina dámdu teimum væl, men svartkjaft skoyttu teir ikki um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder