2018-07-26 22:17

Mest umrødda skip seinastu dagarnar setti í kvøld kós móti Noreg. Skipið er selt fyri 41 milliónir krónur, og skal latast nýggju eigarunum í Kirkenes Norðurnoreg týsdagin í næstu viku.
- Tað er sjálvandi fiskivinnunýskipanin, sum vit hava sagt allatíð, fór at gera, at vit ikki kundu hava meira enn eitt skip í Barentshavinum, og so eru tað eisini lækkandi kvotur, segði Hanus Hansen, reiðari, um orsøkina til søluna av skipunum.
Manningin, sum telur 25 mans, er uppsøgd.
Upptøkuna gjørdi Jens Pauli Hansen.