Verksmiðjutrolarin Sjúrðarberg er seldur til Russlands.
Hanus Hansen váttar fyri Portalinum at Sjúrðarberg er seldur til Russlands, og at JFK nú hevur eitt skip eftir í Barentshavinum.
- Russar hava keypt Sjúrðarberg fyri 41 milliónir krónur, og skipið fer úr Føroyum hósdagin, og skal latast nýggju eigarunum í Kirkenes í Norður Norra týsdagin í komandi viku.
Tað er manningin, sum skal sigla skipið yvir til Norra, og manningin, sum telur 25 mans, hevur fingið at vita, at hon er uppsøgd.
Les eisini: Fiskivinnunýskipanin tekur livibreyðið frá 25 familjum
Tað er alment kent, at tað er fiskivinnunýskipanin, sum er størsta grundin til, at JFK selur Sjúrðarberg.
- Tað er sjálvandi fiskivinnunýskipanin, sum vit hava sagt allatíð, fór at gera, at vit ikki kundu hava meira enn eitt skip í Barentshavinum, og so eru tað eisini lækkandi kvotur.
- Vit eiga 9.000 tons í Barentshavinum, og tað klárar Gadus at fiska, sigur Hanus Hansen, reiðari.
Hanus Hansen sigur eisini, at nú er óvist hvat hendir víðari, men talan verður ikki um nýbygging ella eitt annað skip fyri Sjúrðarberg.
- Vit vita, at vit fara ikki at eiga meira enn tað, vit hava í dag. Samlaða kvotan er 27.000 tons, og vit eiga so 9.000 tons. Hækkar kvotan, so fer tað, sum er omanfyri 27.000 tons á uppboðssølu. Eisini vita vit, at av samlaðu kvotuni skal ein partur av til menningarkvotur og uppboðsølu, sum vit fara niður um 27.000 tons, sigur reiðarin at enda.
Les eisini: Óvist um menningarkvoturnar verða lutaðar áðrenn ólavsøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald