Innanlands

Grønlendsk uppsjóvarskip landað í Kollafirði

Grønlendsku uppsjóvarskipini hava landað makrel og sild til Pelagos í Kollafirði og til frystigoymsluna

Polar Ammassak og Polar Amaroq hava landað makrel í Kollafirði (Mynd: Sigmund av Teigum)

Polar Ammassak og Polar Amaroq hava landað makrel í Kollafirði (Mynd: Sigmund av Teigum)

2026-07-14 20:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendsku uppsjóvarskipini hava partrolað hendan t´ruin, og fara aftur til fiskiskap í kvøld.

Skipini komu á Kollafjørð sunnudagin, og Polar Ammassak landaði 550 tons av feskum makreli til Pelagic í Kollafirði, meðan Polar Amarok landaði 550 tons av frystum makreli og 500 tons av feskari sild.

Skipini hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fara aftur til fiskiskap í kvøld.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder