2026-07-14 14:42
Trolarin Norðfinnur úr Vestmanna, landaði í gjár 80.000 pund í Miðvági.
Norðfinnur hevur verið á svartkalvaveiðu eystan fyri Føroyar, og fisiskapurin hevur verið góður.
Av teimum 80.000 pundunum, so vóru 65.600 pund svartkalvi, meðan nakað av blálongu og kongafiski eisini var í lastini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald