Innanlands

Fiskiskapurin eftir makreli byrjar at taka seg upp

Christian í Grótinum er farin á makrelveiðu, og Høgaberg er komin inn at landa makrel

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu)

2026-07-13 18:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Vertíðin fyri makrelfiskiskapin er nú byrjað, og fyrsta lastin verður landað í skrivandi løtu.

Christian í Grótinum fór í dag á makrelveiðu í føroyskum sjógvi. 

Fyrst fer skipið at royna nýggju trollemmarnar, sum eru keyptir frá Vónini, og síðani verður farið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi.

Høgaberg kom í dag á Fuglafjørð við umleið 300 tonsum av makreli, sum skipið hevur fiskað í altjóða og í føroyskum sjógvi.

Makrelurin verður landaður til Pelagos. 

Fiskiskapurin hevur verið hampuligur hendan túrin, og ætlanin er at fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa. 

[object Object]Høgaberg er komin inn at landa makrel (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder