Tað er ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, sum skal gerast, og so skal ein av stóru kranunum á dekkinum skiftast.
Tað er felagið Eskja hf á Eskifirði, sum eigur Jón Kjartansson.
Hann varð bygdur í 2003 til Hetlands og kallaðist Charisma. Síðani er hann keyptur til Íslands og fekk sama navn, sum gamla skipið hjá felagnum. Trolarin er 70.7 m. langur og 14,5 m. breiður og lastar 2200 tons. Motorurin er ein 6000 kw. MAK.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð mánadagin og heilsaði uppá nakrar av manningini. Teir eru bara fýra umborð, nú, meðan skipið liggur í Havn. Ein stýrimaður og tríggir maskinmenn.
Teir vóru blíðir, og tíð var bæði til drekkamunn, prát og bøn.
- Vanliga eru 10 mans við, men 15 hoyra til skipið. Árið er líkasum deilt upp í tíðarskeið, har vit royna eftir teimum fýra fiskasløgunum, vit hava loyvi at royna eftir.
Í januar og februar fiska vit lodnu. Frá mars til mai, fiska vit svartkjaft, og makrel frá juli til september. Í oktober fiska vit sild og so aftur svartkjaft í desember, sigur Stefan, sum er stýrimaður.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald