Innanlands

Vitan til varandi aling verður í oktober

Hetta er aðru ferð, at vísindaliga ráðstevnan verður hildin. Evnini eru lús og fiskavælferð, veðurlagsavbjóðingar og búskapar- og samfelagsviðurskifti. 

Afturboðanir seinast vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum. Hetta so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit

Afturboðanir seinast vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum. Hetta so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit

2023-07-05 19:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 20. oktober 2023. Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Tað er á øðrum sinni, at Fiskaaling skipar fyri Vitan fyri varandi aling. Í 2021 hevði koronastøðan í landinum við sær, at ráðstevnan bleiv stroymd. Tiltakið var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum. Hetta so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

Til ráðstevnuna hesa ferð hava fyriskipararnir valt evnini og síðani sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.

Skráin er skipað við trimum blokkum á umleið 2 tímar. Blokkarnir eru um lús og fiskavælferð, um veðurlagsavbjóðingar og um búskapar- og samfelagsviðurskifti.   

Upplýsingar um tekning, luttakaragjald og neyvari skrá verða kunngjørd í næstum.

Fiskaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder