Innanlands

Vóna at sleppa býggja nýtt skip seinni í ár

Nýggja skipið verður munandi størri enn núverandi Sandshavið

Her sæst munurin á núverandi Sandshavinum og nýggja - Mynd: Reiðaríið

Her sæst munurin á núverandi Sandshavinum og nýggja - Mynd: Reiðaríið

2018-07-19 20:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið hjá Sandshavinum er komið so mikið langt við ætlanunum um at byggja nýtt skip, at nú er einans tað seinasta eftir, sum kann føra verkætlanina út í lívið.

- Fyri so vítt er klárt, men fortreytirnar mugu vera eitt sindur betri. Menningarkvotur kunnu gera allan munin, men har hoyrist onki frá teimum. Tó vænta myndugleikarnir, at vit fáa svar áðrenn ólavsøku, so tað verður spennandi, sigur Kristian Martin Petersen, fyrisitingarleiðari við Portalin.

Vit spurdu Kristian Martin Petersen, hvat skuldi gerast við gamla skipið, og her svarar fyrisitingarleiðarin, at gamla skipið verður selt, um reiðaríið ikki finnur aðrar møguleikar uttanfyri Føroyar. 

Reiðaríið, sum eigur Sandshavið, hevur tosað við fleiri útlendskar skipasmiðjur um at bygja nýtt skip, eitt nú í Norra, Turkalandi og Spania.

- Byggitíðin er 18 til 22 mánaðir, alt eftir hvønn man tosar við. Vit hava eisini samband við spanskar og turkiskar skipasmiðjur. Úr Bangladesh hava vit eisini fingið fyrispurningar, av tí at øll vilja byggja, tá tey frætta um eina verkætlan, sigur Kristian Martin Petersen.

- Vit hava hoyrt um allar barnasjúkurnar, sum skipini hava havt á turkiskum skipasmiðjum, og tí hava vit hildið okkum til eina skipasmiðju í Norra, sum vit hava fult álit á. Hon er tó nakað dýrari, men tað er eisini dýrt at hava fólk gangandi í Turkalandi, og tað kostar nógv at sigla skipið heim úr Turkalandi, av tí at tað tekur fleiri vikur. Og so er tað útgerðin, sum skal vera vesturlendsk, hon skal fraktast til Turkalands fyri at blíva sett í, so tað eru fyrimunir og vansar at byggja í Turkalandi. 

Nýggja skipið verður umleið  53 metrar langt og 13 metrar breitt. Prísurin fyri eitt slíkt skip er omanfyri 100 milliónir krónur.

Nýggja Sandshavið skal fiska tosk, hýsu, longu, brosmu og annað, sum verður heilfryst umborð. Eisini skal skipið taka alt við til lands tað vil siga høvd, innvøl, rogn, skera kjálkar, lippur og slíkt, og møguliga skera flak eisini. Enn er verksmiðjan ikki endaliga teknað.

Kristian Martin Petersen leggur afturat, at nýggja skipið verður á sama støði sum nýggju norsku línuskipini og verður eitt stórt frambrot í føroysku fiskivinnuni.

Vit spurdu fyrisitingarleiðaran um grundarlagið undir nýggja skipinum, og her er svarið greitt. 

- Vit hava atgongd til felagskvotu á Flemish Kap, felagskvotu í Eysturgrønlandi, eginkvotu í Íslandi, nógvar dagar við Føroyar, og so lúra vit upp á at keypa ein túr i Barentshavinum, tá botnfiskurin har kemur á uppboðssølu.  

- Vit hava verið ímóti uppboðssølu í verandi líki, men nú lógin er komin, so mugu vit eisini brúka hana til okkara fyrimun.  

- Menningarkvoturnar verða kanska útlutaðar til botnfisk í Barentshavinum næsta ár, og so verður tað heilt gott. Hetta er nýggja lógin, sum kann verða ein fyrimunur fyri okkum, og tað mugu vit so halda fast um, so leingi tann møguleikin er. Hetta merkir tó ikki, at vit halda, at alt við nýggju lógini er gott, men tað er býtt ikki at brúka teir møguleikarnar, sum fara at vísa seg, sigur fyristingarleiðarin við Portalin. 

- Við nýggja skipinum ber til at fiska nógv meira á djúpum vatni rundan um Føroyar og á økjum, har føroysk skip ikki royna vanliga, hetta tí við stórum skipi og tjúkkari línu ber til at gera tað sama, sum tey norsku skipini gera her um okkara leiðir, tá tey royna undir Føroyum.  So vit meta, at tað er eitt sera gott grundarlag at byggja eitt nýtt skip, um vit fáa eitt sindur av menningarkvotum eisini. Tað er í lagi, at menningarkvoturnar eru avmakraðar til í mesta lagi fýra ár. Tá eru vit komnir langt við nýggja skipinum.

- Um vit fáa menningarkvotur í ár og fáa at vita, at vit fáa menningarkvotu í minsta lagi tvey ár, men helst fýra, sum vit hava sókt um, so fara vit beinanvegin at samráðast um tað seinasta og byrja vónandi at byggja skipið í ár. Tað tekur sum sagt góð tvey ár at byggja, so vit fáa eitt nýtt skip við endan av 2020. Tá verður full ferð sett á alt beinavegin, sigur Kristian Martin Petersen at enda við Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder