Tað gongur sera væl við fyrireikingunum at opna nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og nú er næstan komið á mál, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. Hann sigur, at í morgin er ætlanin at royndarkoyra maskinurnar.
- Fyrsti fiskurin kemur inn í morgin, og tað er fyri at testa og innstilla maskinurnar. Vit hava okkara framleiðslufólk umframt eina rúgvu av útlendingum frá leverandørunum av maskinunum, sum hava monterað og sum skulu stilla maskinurnar inn, tá makrelurin kemur í morgin frá Tróndi í Gøtu, sigur stjórin.
- Øll framleiðslurúmini eru liðug, men nakað av tí útvendiga manglar enn - klædningur o.a. Men um ein mánað ella so burdi verið klárt at opna virkið, sigur Bogi Jacobsen.
- Tað kennist gott at koma hertil, leggur Bogi Jacobsen afturat.
Talan verður um eitt heilt annað virkið nú enn tað, sum brendi í fjør. Longdin á bygninginum er tann sama, men hesin bygningurin er munandi breiðari. Nú verður eisini talan um ein bygning, og ikki 16 bygningar, sum eru bygdir tætt saman sum gamla virkið.
Nýggja virkið fer at kunna at taka ímóti umleið 1200 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið. Ætlanin er, at tað skal ganga munandi skjótari enn áður hjá skipunum at landa, so tey skjótari sleppa til fiskiskap aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald