Innanlands

- Mugu fáa meira menningarkvotur um virksemið skal hava lívið laga

Tað sigur skiparin og ein av eigarunum á uppsjóvarskipinum Katrin Jóhonnu, sum landaði sína fyrstu last í gjár

Katrina Jóhanna (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Katrina Jóhanna (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2019-01-22 06:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

- Vit fóru ikki undir hetta uppá einans fýra ár, og so einki meira. Vit hava sett so mikið nógvar pengar í hetta, at vit hava forvæntningar til, at tað verður meira enn hesi fýra árini, og tað hava vit eisini fingið nakrar ábendingar um, sigur Árni Krogh Dalsgaard, sum er annar skiparin og ein av eigarunum á Katrin Jóhonnu, í Degi og viku í gjár.

Katrin Jóhanna kom á Miðvág sunnudagin, og landaði í gjár 300 tons av makreli, sum teir hava fiskað í ES sjógvi. 

Veiðan verður landað til Snarfrost í Miðvági, og er hetta fyrsta lastin, sum virkið tekur í móti.

Katrin Jóhanna hevur í ár fingið tillutað 1.500 tons av makreli, 10.000 tons av svartkjafti og 2.500 tons av sild.

Makrelurin og sildin skal virkast hjá Snarfrost meðan svartkjafturin kann virkast á øðrum virkjum.

Seinastu tíðina hava fólkini aftanfyri Snarfrost arbeitt við at fáa øll tey neyðugu loyvini í ordan, og í gjár var alt loksins klárt, og virkið kann nú taka ímóti uppsjóvarfiski og botnfiski, segði Tummas Henriksen, reiðari á Katrin Jóhonnu, og stjóri á Snarfrost við Dag og viku í gjár.

Hóast Katrin Jóhanna er bygt í 1997, so er køliútgerðin í skipinum einans eitt ára gomul, og skipið er í góðum standi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder