Fríggjadagin var handilsskipið Havsand á Sundi við 1600 tonsum av sementi til byggifelagið Articon. Sementið var í stórum sekkjum og kom úr Ålborg.
Síðani fór Havsand á Fuglafjørð eftir last til Grangemouth í Skotlandi.
Sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum og heilsaði uppá manningina. Havsand er eitt av teimum síðstu skipunum sum fær pakkar.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Nú, vit hava fingið jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum, kunnu vit væl vera burtur á jólum, segði skiparin, Oskar Henriksen, skemtandi.
-Ikki tí, flestu fólk vilja vera heima og saman við familju og vinum á jólum, men tað liggur ikki fyri hjá øllum. Vit hava bara verið umborð í eina av seks vikum, so vit vera umborð á jólum. Vit vita ikki enn, hvar vit koma at vera um jólini, sigur Oskar.
Helgi Ingibjørnsson, maskinmaður og Fróði Clementsen kokkur og dekkari vóru samdir við skiparan í, at siglast má. Seks mans eru við Havsand.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald